UM MEG
Fyrstu ferð eg royndi at arbeiða við linoleum var í einum myndlistatíma í studentaskúlanum. Síðan tá havi eg av og á arbeitt við linoleumprentum, men tað var ikki fyrr enn seinni, at eg aftur fann pláss til tað kreativa arbeiðið.
Tá eg flutti niður at lesa, fann eg útav, hvussu nógv eg saknaði at arbeiða við hondunum. Frítíðin uttanfyri lesnað og arbeiði skuldi fyllast. Tað gav mær rúm til at vera kreativ aftur, og eg fór tí at brúka frítíðina til at sita og gera linoleumprent. Tað gjørdist ein góður máti at arbeiða skapandi og samstundis knýta meg aftur til Føroyar.


Føroyar sum motiv
Nógv av mínum motivum hava støði í føroyska landslagnum og gerandislívinum har, og á henda hátt haldi eg samband við heimið, hóast eg búgvi uttanlands.
Hugtakið ecoculture ella náttúrumentan gevur mær íblástur til fleir av myndinum. Hetta hugtakið lýsir sambandið millum menniskju og náttúruna sum nakað, vit ikki bara liva í men nakað sum formar okkara vanar, okkara arbeiði, okkara siðir og okkara felags søgur.
náttúran
Í Føroyum er hetta sera týðiligt. Næstan alt, vit gera, er knýtt at náttúruni og tí, hon loyvir okkum: at fara á fjall, at fiska, at fletta, at viðgera grind, at savna fugl og tara, at ganga í føroyskum klæðum úr seyðaskinni og ull, at eta havhest, at sleða í kava og dippa í havið. Hetta eru gerðir, ið ikki bara eru siðir, men samstarv við landslagið, veðrið og dýralívið.

Eg leggi javnan myndir út av mínum arbeiði og nýggjum prentum á Instagram – har ber eisini til at fylgja við:

